Ábyrgdarblaðstjórin og fyrisitingarligi stjórin á Ekstra Bladet seinastu sjey árini púra óvæntað hevur sagt seg úr starvinum Tað kom sum ein bumba í danska fjølmiðlaheiminum, tá ið tað í dag frættist, at ábyrgdarblaðstjórin og fyrisitingarligi stjórin á Ekstra Bladet seinastu sjey árini, Hans Engell, hevur boðað frá, at hann leggur frá sær.
Hans Engell hevur staðið á odda í at menna blaðið, soleiðis at tað umframt pappírútgávuna eisini fevnir um netútgávu og web-tv og nú er fíggjarliga væl rikið felag.
-Eg rokni við, at tit vóru kløkkari enn í dag, tá ið tit fyri sjey árum síðani frættu, at eg skuldi vera stjóri her, segði Hans Engell við starvsfólkini í dag.
Frammanundan at hann gjørdist blaðstjóri, var Hans Engell fólkatingsmaður fyri Konservativa Fólkaflokkin og ráðharri í stjórnini hjá Poul Schlüter. Eitt skifti var hann formaður í konservativa flokkinum.
Hans Engell gevst ikki heilt á Ekstra Bladet. Nú verður hann politiskur viðmerkjari. Sum sovorðin hevur hann longu verið nógv frammi.
58 ára gamli Hans Engell hevur í síni blaðstjóratíð havt tætt samband og samstarv við Føroyar. Serliga hevur Sosialurin havt nógv samband við hann.










