Hann var yngstur av 3 brøðrum, har pápin doyði av tuberklum tá hann var 12 ára gamal. Sum ungur sigldi hann og giftist í 1961 við Kirstin, fødd Nielsen, úr Vatnsoyrum. Tey búðu tá í Havn. Í 1966 flutti hann til Vatnsoyrar í sambandi við byggingina av leguhúsinum, Zarepta. Í 1968 byrjar hann við Vatnsoyra Snikkarvirki, sum seinni kom at framleiða tey kendu H-vindeyguni. Hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum, serliga gomlum bilum, og hevur hann í dag sítt egna bilasavn í Vatnsoyrum. Kirstin og Hans Elmar eiga 6 børn, tríggjar synir og tríggjar døtur.