Hans Eli Sigurbjørnson: Vilja vinna tað sum er eftir

- Vit fáa ikki brúkt hetta til ein s... - so bersøgin var Rúni Højgaard hjá H71 aftaná 20-21 tapið hjá H71 ímóti KÍF í Kollafirði í dag.

 

Rúni Højgaard helt eisini, at Jaspur Joensen í KÌF-málinum átti sín stóra lut í sigrinum.

 

Hans Eli Sigurbjørnson hjá KÌF segði, at fyri teir ger tað ikki so stóran mun, um teir møta H71 ella VÌF í finaluni, men, at teir Í KÍF fara at gera sítt besta fyri at vinna tað, sum eftir er av kappingini.

 

Tað ber til at hoyra samrøðurnar Hilmar Jan Hansen hevði við Rúna Højgaard og Hans Eli Sigurbjørnson undir greinini. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra tann seinasta hálva minuttin av dystinum millum KÌF og H71. Hilmar Jan Hansen segði frá, og Birgir Hansen varð viðmerkjari.