Alla fjórðingsøldina, sum grunnurin hevur verið, hevur Hans Eli Hansen verið ímyndin av og formaður í Grunninum Dragin KG 212 í Klaksvík.
Hans Eli Hansen tók stig til at stovna grunnin, og fram til sunnudagin 24. mars í ár var hann formaður.
Undan aðalfundinum, sum var 24. mars hevði Hans Eli Hansen, sum er 76 ára gamal, boðað frá, at nú fór hann at leggja frá sær. Sjálvur sigur hann, at nú helt hann, at yngri kreftir skuldu sleppa framat. Á aðalfundinum nýtti fráfarandi formaðurin høvið at takka øllum, sum hava stuðlað skúlaskipinum á ein ella annan hátt, og hann vónaði, at tað fór at fáa blíðan byr í framtíðini.
Nývaldur formaður í Grunninum Dragin KG 212 er Kári millum Garðarnar. Pole Mikkelsen er næstformaður, og hinir nevndarlimirnir eru Hanus Kjølbro, Eyðstein Poulsen og Elmar Krosstein.











