Tað verður Hans Eiler Hammer, prestur í Klaksvík, sum í ár fer at halda ólavsøkuprædikuna.
Hans Eiler Hammer er kendur fyri sínar avgjørdu meiningar um hvat er rætt og hvat er skeivt í samfelagnum. Tí kunnu vit helst vænta eina eitt sindur »hvassari« ólavsøkuprædiku í ár, enn teirri frá Meinhardi Bjartalíð í fjør.










