Hans Eiler í farloyvi

Hans Eiler Hammer, sóknarprestur í Klaksvík, fer í farloyvi frá 12. oktober og umleið tveir mánaðir fram. Hann fer á skúla í Stavanger at nema sær meira kunnleika til at arbeiða við menniskjum við sálarligum trupulleikum

Klaksvík:
Um eina viku fer Hans Eiler Hammer av landinum til Noregs. Hann skal á eitt skeið á Missións Háskúlanum í Stavanger í Norra, har hann skal nema sær størri kunnleika innan sálarrøkt, við serligum atliti til menningartarnað, sálarliga sjúk og tey sum hava verið út fyri brádligum missi í sambandi við vanlukkur.
? Hetta er nakað, sum hevur ligið í luftini í eina tíð. Eg havi hugsað um tað í eina tíð, sigur sóknarpresturin í Klaksvík.
Hann greiðir frá, at hann ynskir sjálvur at nema sær meira útbúgving innan sálarliga økið.
? Tað er viðhvørt, at ein kemur út fyri viðurskiftum, har ein hevði viljað havt meira kunnleika um eitt ávíst øki, sigur hann.
Skeiðið, sum Hans Eiler skal á er upprunaliga eitt hálvt ár, men hann hevur fingið loyvi til bert at taka teir seinastu mánaðirnar.
Farloyvið hjá honum er frá 12. oktober til 17. desember. Hann visti ikki, hvør ella um nakar kemur fast í hansara stað, meðan hann er burtur.
? Tað er helst fyrst og fremst eitt ting, sum Niels Pauli og bispur gera av, sigur Hans Eiler Hammer, sóknarprestur.