Hans Edward skorar flott 12-tal

Her kanst tú síggja TV2-innslag frá próvtøku hjá Hans Edwardi Andreassen

Í dag var Hans Edward Andreassen til bachelor-próvtøku á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus, har hann tekur útbúgving innan sangskriving.

Hans Edward munnu mong kenna sum sangara í bólkunum The Dreams og Glóð.

Tað gekk sum eftir ánni hjá Hans Edwardi, sum var sannførandi undir próvtøkuni og skoraði besta skoðsmálið – eitt 12-tal.

Hans Edward framførdi saman við tónleikarum eina rockopera, sum hann hevur skrivað og kallar Swim Baby Swim.

- Hetta hevur nógv at siga fyri meg, tí eg havi brúk tvey og eitt hálvt ár upp á at skriva verkið, sum snýr seg um ein persón, sum hevur tað trupult í gerandisdegnum, segði Hans Edward Andreassen við TV2 Østjylland, sum fylgdi hansara próvtøku.

Trýst her fyri at síggja innslagið hjá TV2 við Hans Edward. Innslagið byrjar umleið 18:45.