Hans Edward Andreasen, sangari í The Dreams, er valdur millum ársins lekkrastu menn hjá Vi Unge lesaranum. Fólkið talaði, og Hans Edward gjørdist nr. 3 av 100 Eingin ivi kann longur verða um, at Hans Edward Andreasen og The Dreams hava funnið sín veg inn í hjarta á øllum dønum - kanska serstakliga donsku kvinnunum.
Í øllum førum bleiv úrslitið av kanningini hjá danska ungdómsblaðnum Vi Unge soleiðis, at Hans Edward bleiv kosin 3. lekkrasti maður av 100 møguligum. Eisini tilnevndir vóru m.a. Brad Pitt, Olliver Bjerrehus og Nik&Jay.
Vanligt er at vit føroyingar halda okkum hava vakrastu kvinnurnar í heiminum - danir halda tó, at vit hava millum lekkrastu mennirnir í heiminum.