Hans Edward í Heita Stólinum

Hans Edward, forsangarin í The Dreams greiður frá einum heldur ókendum partið av lívið sínum í samrøðu við Sosialin.

Hans Edward og The Dreams hava seinastu tíðina skapt sær góða undirtøku millum fólk, og teir ungi føroyingarnir hava veruliga sett síni spor í tónleiki heimin í Føroyum og uttanlands. Sosialurin hevur eina samrøðu við Hans Edward, har hann greiður frá einum heldur ókendum parti av lívið sínum.

 

1. Hvussu ofta hyggur tú eftir porno?

- Seinast eg hugdi eftir porno var tá eg gekk á Bakarskúla í Danmark. Danir hava ein løgnan vana tá tað kemur til porno, og tað bleiv eg rættiliga bilsin av. Teir sita fleiri undir somu dýnu meðan teir hyggja eftir porno. Tað havi eg so ikki gjørt, sigur Hans Edward við einum smíli.

 

2. Kennir tú teg nakrantíð einsaman?

- Um eg bleiv spurdur um hatta fyri einum hálvum árið síðani hevði eg sagt ja, men nú er daman hjá mær flutt til Danmarkar eisini, so nú kenni eg meg ikki einsaman longur.

 

3. Hvørjum tónleikarar hevur tú mest virðing fyri?

- Eyðun Nolsøe. Hann hevur altíð spælt framúrskarandi góðan tónleik.

 

4. Hvørjum tónleikara hevur tú minst virðing fyri?

- Gestum. Eg haldi teir eru yvirfladiskir, og keðiligur persónar.

 

5. Hvør er besta uppliving tú hevur havt í tínum tónleika lívið?

- Tað stendur millum tríggjar ymsar festivalar. Summarfestivalurin var ótrúligur, umframt Skanderborg Festivalurin og tá vit spældu í London.

 

Meira er at frætta um ókenda lívið hjá Hans Edward í Sosialinum í dag.