Hans Berntsen í Føroyum 15.?17. mai 2003

Tíðindaskriv

So koma tey ? kendi danski prædikumaðurin Hans Berntsen og kona hansara Inge verða í Føroyum í døgunum 15.-17. mai 2003.
Hans Berntsen og kona hansara Inge fara at tala ? og biðja fyri sjúkum. Tey hava verið í Føroyum fleiri ferðir áður og nú kemur so »Volvo-maðurin« aftur hendanvegin í nakrar dagar.
Fyrsta tiltakið verður hóskvøldið 15. mai kl. 20 í auluni í Kommunu-skúlanum í Havn. Fríggjadagin 16. mai verða Hans og Inge í Skúlahøllini í Trongisvági kl. 18. Og leygardagin 17. mai verða tey í Skúlahøllini í Trongisvági kl. 20.
Hans & Inge Berntsen ferðast regluliga kring Danmark, har tey tosa og biðja fyri fólki. Nú á páskum vóru tey í Grøn-landi ? í Nuuk ? og tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Bara eitt kvøld vóru 1200 fólk møtt upp fyri at lurta og verða biðin fyri ? 1200 fólk er umleið 10% av íbúgvunum í grønlendska høvuðsstaðnum.
Hans Berntsen, sum leggur stóran dent á at kunna biðja persónliga fyri fólki, slapp at biðja fyri nógvum fólkum hesar dagarnar í Nuuk ? og nógv ivasom gjørdust smílandi. Tey upplivdu persónliga, at bein teirra vuksu til rætta longd, deyv hoyrdu og ein drongur kundi tveita høkjurnar og ganga eftir bøn ? og tað størsta plussið ? fleiri hundrað fólk vildu gerast kristin.
Nú ber so til at síggja Hans Berntsen in action í Føroyum ? so tú, sum lesur hetta tíðindaskrivið ? og annars øll, eru vælkomin til eitt ella fleiri av tiltøkunum. Møguleiki verður fyri persónligari forbøn fyri tey, sum ynskja tað.
Hósdagin 15. mai kl. 20: í auluni í Kommunuskúlanum í Havn
Fríggjdagin 16. mai kl. 18: í Skúlahøllini í Trongisvági
Leygardagin 17. mai kl. 20:í Skúlahøllini í Trongisvági