Hans á Bakka og Martin á Vági

Í dag lógu bæði tey nýggju førini hjá Bakkafrost á Vági.

Í dag lógu bæði tey nýggju førini hjá Bakkafrost á Vági.

 

Hans á Bakka hevur verið vanligur gestur kring Suðuroynna eina tíð, men hann hevur nú ligið við bryggju í Vági í nakrar dagar. Tó við onkrum styttri millumbili, har hann hevur verið úti.

 

Sum skilst, hevur vitjanin hjá Hans á Bakka við avlúsing í aliringunum á Hovsfirði at gera. Men veðrið hevur  ikki verið til vildar.

 

Í dag sást nýggjasta skipið hjá Bakkafrost, Martin, eisini á Vágsfirði og við bryggju í Vági.