Hans hevur neyvan sjálvur givið sær far um aldurin. Hann er framvegis virkin, sum var hann ein unglingi, og hevur eftir øllum at døma ongar ætlanir um at seta ferðina niður. Tá so er, verður trupult í slíkari føðingardagsheilsan at nema við allar partar av lívinum hjá hesum óvanliga virkna undangongumanni.
Undangongumaður er júst rætta heitið. Tí Hans hevur frá fyrstu árum havt ein sjáldsaman mátt í sær at ganga nýggjar leiðir og seta virksemi í gongd. Hann var íverksetari so øðiliga langt áðrenn hetta hugtakið gjørdist mótaorð. Og tá tikið verður saman um, mega øll ásanna, at væl er komið burturúr. Ikki bara fyri Hans og hansara, men mest av øllum fyri bygdina, býin og føðilandið.
Tað hevur helst ligið í kortunum, at Hans skuldi gerast vinnulívsmaður. Pápin, Johan Hendrik, og brøðurnir áttu Turkihúsið á Glyvrum, har teir vaskaðu og turkaðu fisk. Her byrjaði Hans sítt arbeiðslív longu sum smádrongur, tí tá vóru børnini við í slíkum arbeiði.
Hans gekk í skúla hjá hinum navnframa Bjarnadal á Glyvrum og fór síðani á Háskúla í Havn, har hann hevði mætar menn sum Marius Johannesen og Símun av Skarði sum lærarar. Seinni fór hann til Danmarkar, har hann tók handilsskúla. Eitt skifti arbeiddi Hans sum sjálvstøðugur timburmaður saman við pápa sínum, áðrenn hann av álvara fór undir sítt starv sum vinnuligur undangongumaður.
Tá var hann 27 ára gamal og fór saman við brøðrum sínum Rólant og Martin í 1966 undir sildaframleiðslu á Bakka. Bakkafrost varð stovnað og fyrsti virkisbygningurin bygdur. Farið varð undir at salta, krydda og súrga sild í tunnur. Hetta virksemið tók dik á seg í teimum árunum og í 1972 var grundarlag fyri at byggja virkið út og fara undir veruliga framleiðslu av liðugtvøru. Tey allarflestu munnu í sjeyti-árunum hava smakkað góðu sildina í gløsum frá Bakkafrost á Glyvrum.
Virkið vaks og meir varð bygt út, og ikki minst vóru umstøðurnar hjá arbeiðsfólkunum betraðar munandi við góðari kantinu, wc, umklæðingarrúmum og skrivstovu. Eisini varð íløga gjørd í kanningarstovu, har vøruroyndir og vørumenning vóru framd. Nótaskipini landaðu til Bakkafrost, og eisini landaðu íslendsk skip á Glyvrum.
Hesi árini arbeiddu nógv fólk úr allari Eysturoynni í sildaframleiðsluni á Bakka. Allarhelst hava flestu unglingar á Glyvrum tey árini vunnið fyri bæði lummapengar og meiri afturat niðri á Bakka, og kom tað væl við hjá okkum at kunna fara til arbeiðis aftan á skúlatíð og í vikuskiftunum. Bakkafrost hevur frá fyrsta degi verið eitt serstakliga gott arbeiðspláss, og tað prógvast best við teirri støðugu arbeiðsmegini. Nógv av teimum, sum byrja at arbeiða á Bakka, vera verandi nærum restina av sínum arbeiðslívi, og tað sigur alt um arbeiðsplássið og arbeiðsgevaran.
Tá sildaframleiðslan seinast í sjeyti-árunum ikki longur var ein lønandi vinna, fóru bakkamenninir inn á aðrar vinnuvegir. Teir vóru ongantíð ráðaleysir og kendu altíð ábyrgd fyri teimum mongu, sum vunnu til lívsins uppihald á teirra virki. Teir fóru undir svartkjaftavinnu, sum tá var ein nýggja vinna. Enn einaferð varð Bakkafrost útbygt til eitt framkomið virkið við nógvum arbeiðsplássum. Um sama mundið byrjaðu teir eisini alivirksemi á Skálafjørðinum. Í fyrstuni gekk spakuliga við at menna alivinnuna, men sum fráleið skuldi hetta vísa seg at gerast høvuðsvirksemið. Í 1982 bygdu teir fóðuframleiðsluvirki til at framleiða alifóður og í 1986 keyptu teir Kassavirkið í Álakeri til framleiðslu av flamingokassum. Í 1987 bygdu teir nýtt kassavirki á Glyvrum. Samstundis sum teir bygdu seg út innan alivinnuna, bygdu teir í 1985 surimiverksmiðju til at virka úr svartkjafti.. Og í 1989 varð útbygt til innfrysting av makreli. Hóast øll hesi vinnuligu fram- og nýbrot, hava Hans og brøðurnir eisini upplivað brotasjógvar, og kreppuárini vóru ein tung og strævin tíð eisini fyri teir.
Hans hevur ongantíð givið upp og hevur støðugt hugsað nýtt og frameftir. Eftir kreppuna varð aftur farið undir at byggja út, hesuferð til framleiðslu av laksi til liðugtvøru – portiónir. Hetta frambrot kann sigast at vera eitt tað størsta í føroyskari vinnusøgu. Bakkafrost-samtakið er í dag eitt sera framkomið laksaframleiðsluvirki og hevur avgerandi týdning fyri føroyskan útflutning sum heild. Í dag arbeiða okkurt um 250 fólk í samtakinum og er hetta virksemið – nú aðrir partar av vinnulívinum liggja tungt í sjónum – ein verulig sólskinssøga. Hóast Hans fyri nøkrum árum síðani læt elsta soninum Regini róðurspinnin í hendi, er hann, nú hann fer um tey sjeyi, framvegis fult virkin bæði í nevndini og í dagligu leiðsluni.
Tað er ikki bara sum vinnulívsmann, vit kenna Hans á Bakka. Sum ungur var hann virkin ítróttarmaður, og seinni varð hann eisini valdur inn í býráðið, har hann sat í 8 ár. Men tað, sum hevur havt størst týdning fyri Hans á lívsferðini, er, at hann á ungum árum gjørdist trúgvandi. Tað er merkisvert, at hann, hóast sítt sera virkna lív á vinnuøkinum, ikki hevur sett andaliga arbeiðið til viks.Uttan at skammrósa honum, tori eg at siga, at Hans er ein Kristi stríðsmaður, sum alt tað, eg kann minnast, íðin hevur virkað í Harrans tænastu. Í mong ár var hann deknur í Glyvra kirkju og virkin í missiónshúsinum á Glyvrum. Seinni var hann ein av oddamonnunum aftanfyri føroysku tjaldmissiónina, sum í rúma tíð helt møtir í tjaldinum á Gøtueiði. Og sum framhald av hesum virksemi barð samkoman Keldan í Skálabotni stovnað, har Hans hevur og framvegis er ein av oddamonnunum.
Hans man hava bygt ómetaliga nógv upp gjøgnum árini. Hann hevur altíð staðið í fremstu røð, tá okkurt skuldi smíðast og byggjast. Fyrst sum timburmaður í fleiri ár, síðani óteljandi út- og umbyggingar á Bakkafrost, síðani smoltstøðin á Glyvradali, so gamla Keldan og nú stásiligi bygningurin inni í Skálabotni. Og tá ið tað ikki hevur verið nóg mikið, hevur hann bygt og umvælt við hús ella hjá onkrum av børnunum ella vinum. Sært tú Hans ein vanligan gerandisdag, er tað sum oftast í ketilsdrakt við onkrum amboði í hond. Altíð fúsur til verka. Soleiðis minnist eg hann best longu frá fyrsta degi.
Fyri mær og øðrum, sum eru uppvaksin í grannalagnum á Glyvrum, er Hans ein ómetalig fyrimynd. Góðsliga sinnalagið, lætta og skemtiliga lyndið, hjálpsemið og vinalagið eyðkenna hendan heiðursmann. Eg havi altíð mett Hans serliga høgt, og havi verið sera heppin at fingið góð ráð frá honum, tá tørvur hevur verið á tí. Tí hann er góður í ráðum, bæði vísur og víðskygdur, og dugir væl at síggja bæði afturum og framum tað, sum vit onnur halda okkum síggja.
Góði Hans, hjartaliga tillukku við teimum sjeyti ynski eg tær við ynski um nógv og signað ár frameftir.
Bill Justinussen