Hans Arni Bertholdsen formaður í ferðslunevndini

Hans Arne Bertholdsen, býráðslimur og limur í teknisku nevnd, varð mánakvøldið valdur sum umboð býráðsins í ferðslunevndini

Vanliga er formaðurin í teknisku nevnd býráðsins eisini formaður í ferðslunevndini, men á býráðsfundi í Klaksvík mánakvøldið varð Hans Arne Bertholdsen býráðslimur og limur í teknisku nevnd valdur sum býráðsins umboð í ferðslunevndini. Nevndin hevur skipað seg við Hans Arna sum formanni.

Ferðslunevndin er nú soleiðis mannað fyri valskeiðið 2005-2008:
1) Hans Arne Bertholdsen býráðslimur, formaður (umboð fyri býráðið)
2) Hans L. Djurhuus sýslumaður (umboð fyri løgregluna)
3) Gunnleyg K. Dánjalsson tekniskur hjálpari (umboð fyri teknisku umsiting)
Hans L. Djurhuus og Gunnleyg K. Dánjalsson, ið eisini er skrivari hjá ferðslunevndini, sótu frammanundan í nevndini, meðan Hans Arne Bertholdsen er nývaldur.
Hans Arni Bertholdsen - sum eisini er nývaldur í býráðnum, har hann umboðar Sambandsflokkin - er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hans Arni var útbúgvin maskinsmiðjur í 1987, og hann tók víðkað maskinmeistaraprógv í 1990. Hann hevur í 15 ár starvast hjá A. P. Møller til fyri einum ári síðan, tá hann fór í starv hjá JFK Seafood sum maskininspektørur.