Føroyski pokerspælarin, Hans Andrias Midjord, hevur av álvara gjørt um seg í stóru pokerkappingini, PokerStars Championship, sum í hesum døgum verður spæld í spanska býnum Barcelona.
Heili 1682 spælarar vóru við í kappingini, har tað vóru slakar 52 milliónir krónur at spæla um. 247 teir fremstu fingu vinning, og í gjár var greitt, at Hans Andrias Midjord var ímillum hesar og var harvið tryggjaður vinning.
Tað gekk eitt sindur upp og niður hjá føroyinginum, sum inn ímillum var við rímiliga frammarlaga, men seint í gjárkvøldið gekk tó ikki longur, og stutt áðrenn midnátt reyk hann út úr kappingini.
Hans Andrias Midjord bleiv nummar 82 út av teimum 1682 luttakarunum, og við sær aftur til Føroya fær hann 115.400 krónur í vinningi.