Hans Andrias Johannesen ? keypt 50 bilar síðan 1946

Í seinastu viku keypti Hans Andrias Johannesen í Klaksvík bil nr. 50, samstundis var hetta bilur nr. 30 frá Auto Service og Meinhardt Arge


 

Hans Andrias Johannesen byrjaði at koyra bil í Klaksvík í 1946, og tað hevur verið hansara livibreyð seinastu 55 árini. Hann var koyrilærari í 50 ár, frá 1946 til 1996. Fyrsti bilurin var ein Ford frá Wenzel Petersen, síðan keypti hann 15 nýggjar og 3 brúktar Vauxhall frá Vilhelm Nielsen, og ein Mitsubishi frá Faroediesel í Klaksvík. Hetta eru tilsamans 20 bilar.

Næstan ein bil um árið

Síðan hevur Hans Andrias keypt 30 bilar frá Auto Service og Meinhardt Arge. Teir eru av bilmerkjunum: Peugeot, Talbot, Datsun og Nissan. Hann koyrdi eina tíð í Auto, hjá Hjørleif W. Høgnesen og síðan 1960 hevur hann koyrt fyri seg sjálvan. Hesin Opel Agila, hann keypti nú hendan dagin, er ein privatbilur, men Hans Andrias koyrir framvegis líkvognin í Klaksvík, sum hann hevur gjørt seinastu 33 árini. Tað er manglar lítið í, at Hans Andrias hevur átt ein bil um árið, síðan hann byrjaði í 1946.