Í dag eru 75 ár síðani, at legendariski tónleikarin Bob Dylan varð borin í heim í amerikanska statinum Minnesota.
Tað verður hátíðarhildið á ymiskan hátt kring allan heim, og eisini her í Føroyum eru tað fleiri Bob Dylan fjepparar.
Ein teirra er føroyski tónleikarin Hans Andrias, sum í dag hevur lagt eitt sjónband út á Youtube, har hann framførir sangin Girl from the North Country, ið er av útgávuni Freewheelin frá 1963.
Til ber at hoyra lagið við at trýsta á pílin á myndini.