Tað eru mong ár umliðin síðan tá, tað var í endanum av fyrru øld. Havnin nú og Havnin tá, tað er hvør sítt. Mangt av tí gamla er fallið og gloymt, og tað nýggja sum er komið í staðin fyri tað, er ikki farið at liva enn. Tað var í teirri tíðini, tá ið Bakar Hansen lærdi dreingir í Havn at spæla uppá fiól. Millum teir, ið lærdu hjá honum vóru teir báðir Petur í Geil og O.J. Hansen (Óla Jákup í Horni). Hans við Stein og Mourentius lærdu eisini, og nógvir aðrir. Men hesir fyrru settu spor í okkara ljómlist, skaptu nakað nýtt, sum so eisini vónandi fer at draga saman til nakað gott og varandi. Hans við Stein doyði í fyrraárið - og nú leygardagin doyði Petur Alberg, maðurin sum gjørdi lag til “Tú alfagra land mítt”. Hann var ikki gamal maður, bara fimti fýra ára gamal, og tey seinastu seks árini var hann nógv brekaður av sjúku. Eyguni bilaðu honum, so hann fekk ikki lisið. Tó kendi hann fólk og sá at ganga líka til tað síðsta. Hansara lívsyrki - tað sum fer at goyma navn hansara í søgu okkara - fellur í ungmannafelagstíðini, tí her er tað, at hann ger tað verk, sum verður standandi. Í hesum árum - 1906 og fram eftir var ríkt andaligt lív millum ungfólkið í Havn, tá var grundin løgd til tann skaldskap, ið nú fer at taka grund undir seg og til tað musikklív, ið nú blómar. Her hevur Petur Alberg saman við J. Waagstein, O. J. Hansen, Hans við Stein og Mourentius við Stein gjørt eitt stórt arbeiði. Hansara løg, tey eru nógv í tali, liva og verða sungin um alt landið. Umframt tað at vera ljómleikari hjá Havnar Ungmannafelag, var hann tann, sum bæði skrivaði og teknaði í “Baldursbrá” - hann átti serstakt hegni til at handfara mál okkara - og eftir hann liggja fleiri prýðilig handrit, sum verða góð at leita til tá ið søga Havnar Ungmannafelags einaferð verður skrivað. Saman við M.A. Winther og Nyholm Debes stendur hann sum tann berandi kraftin í hesum felagslívi. Í hesum árum eru tey flestu av hansara løgum vorðin til. Her skulu løgini til “Tjaldur ver vælkomið”, “Eg elski teg land”, “Mítt føðiland”, “Um eg kundi grátið”, “Tú alfagra land mítt” o.s.fr. verða nevnd, men har afturat koma so løgini til “Ást og hevnisótt” nakað av tí vakrasta, hann hevur gjørt. Her eru løg sum t.d. “Summarnáttin”, “Bíða mær í nátt”, “Eg elski tíni eygu” fyri bert at nevna nøkur. Tað er stórt spell, at Petur Alberg ikki fekk uppí lag at samla øll hesi løg og fáa tey givin út í bók. Nú fara tað at vera aðrir, ið koma at gera hetta arbeiði, og teir fara at sanna, at her standa teir yvirfyri nøkrum, sum er so vakurt og sermerkt og sum inniheldur ein slíkan fínleika samb. okkara náttúru, at teir mugu undrast. Hugsið tykkum bara eitt lag sum “Havið” ella “Brót so stillan” ella “Tú undrast”, fyri ikki at nevna onnur.
Petur Alberg setti sær gyltan minnisvarða í ungmannafelagsarbeiði sínum , tað verður aldri gloymt. Men lagið til “Tú alfagra land mítt”, tað fer at goyma hansara navn so leingi, sum tað er unnað okkum at búgva á hesum klettum.
Hann var ein stillfarandi maður, trúgvur móti øllum góðum og bjørtum og trúgvur móti føðilandi sínum til tað síðsta.
Mangt er broytt og brotið her á landi, síðan Petur í Geil sang sínar sangir í ungmannafelagnum í Havn. Nýggj tíð er komin, ungdómurin nú er ikki sum ungdómur tá, hevur ikki somu hugsjónir og somu endamál, men í botninum liggur tó og aldar og dregur tað sama kensludragið, sum savnaði ungdómin saman í Havnar ungmannafelag. Eisini í hesum longsli og hesari trá hevur Petur Alberg loyst upp fyri í sínum seinasta lag - tað er til sangin “Vit eru so ørm og bivandi veik undir himisins logandi stjørnum”.










