Hans á Bakka nógv at gera

Alla síðstu viku hevur Hans á Bakka, tøkubáturin hjá Bakkafrost, ligið á Pollinum í Klaksvík, undir Kunoyarnesi og tikið laks.

 

Talan er um 17 mánaðir gamlan laks, sum vigar um 6,5 Kg í miðal. Allur laksurin verður nú tikin – ein 8.500 tons, og verður tøkan liðug um eini seks vikur.

 

Síðani liggur hetta aliøkið stilt í tveir mánaðir, til nýggjur laksur verður settur út.

 

Hans á Bakka hevur verið ein hentur bátur, sum hevur skipað eina meira regluliga tilgongd av rávøru til virkið. Hann tekur 300 tons av laksi – og ger ein túr um dagin.