Hannis skal venja H71

Hoyvíkingar hava gjørt avtalu við Hannis Wardum um at taka sær av besta liðnum hjá felagnum komandi kappingarár.

Nú er greitt, at tað verður Hannis Wardum, sum komandi kappingarár skal standa við róðrið hjá besta mansliðnum hjá H71. Hannis hevur ongantíð áður roynt seg sum venjara í bestu deildini, men hann hevur drúgvar royndir sum spælari, og somuleiðis hevur hann instruktørskeið frá ítróttarháskúlanum í Århus.

Spentur uppá avbjóðingina
Hannis Wardum var í mong ár fastur fúsur á besta mansliðnum hjá Kyndli, sum seinast í áttatiárunum og gjøgnum øll nítiárini bardist við vestmenningar um plássið á ovastu rók í føroysku manshondbólti. Nú eru nøkur ár síðani, at Hannis leikti í bestu deildini, og seinnu árini hevur hann saman við beiggjanum Una verið eitt av bestu dómarapørunum, ið vit hava havt í Føroyum.
Spurdur um tað er ein gamal dreymur at gerast venjari í fremstu deildini, sigur Hannis: - Tað veit eg ikki rættuliga. Eg havi so altíð fylgt væl við og havt mína meining um, hvussu tingini skulu gerast, sigur hann.
Hannis Wardum sigur, at hann er sera spentur uppá avbjóðingina. - H71 hevur nógv og gott fólk. Talan er um ein rættuliga stóran hóp, og tað er ógvuliga umráðandi eftir mínum tykki. Somuleiðis tykist tað fyri mær sum um, at spælararnir eru ógvuliga seriøsir, og tað hevur nógv at siga, sigur Hannis Wardum. Nýggi venjarin fegnast eisini um, at flestallir leikararnir hjá H71 eru í góðari venjing, tí fleiri teirra rógva um summarið, og nakrir venja miðvíst við hondbóltslandsliðnum, so grundformurin skuldi verið heilt góður, tá ið lagt verður til brots aftur við fullari megi eftir ólavsøku.
Spurdur hvat málið hjá H71 fyri komandi kappingarár er, sigur Hannis: - Nú eri eg uppvaksin í Kyndli, og har eri eg vanur við, at man altíð fer eftir tí besta. Eg vil tó siga, at eitt pláss millum trý tey fremstu er á eini góðari leið, sigur nýggi H71-venjarin.

Liðskiparin fegnast
Halgir Dahl-Olesen, liðskipari hjá H71, fegnast um, at felagið hevur sett Hannis Wardum í starvið sum venjari hjá besta mansliðnum:
- Vit eru ógvuliga glaðir um avgerðina, og ikki minst fegnast vit um, at tað ikki verður ein leikandi venjari, ið stendur við róðrið komandi ár. Eg trúgvi eisini, at Hannis er rætti maðurin til at geva okkum eitt spark í afturpartin, tá ið ástendur. Vit hava eitt gott lið, og tí haldi eg, at vit hava líka nógv tørv á einari sterkari persónligheit sum einum royndum venjara. Eg vildi eisini mett, at Hannis ikki góðtekur nakað, sum er hálvt, men sum allatíðina krevur, at vit geva 100 prosent, og tað hava vit brúk fyri, sigur Halgir Dahl-Olesen.
H71-liðskiparin sigur, at spælararnir eru sera glaðir fyri, at venjaraspurningurin er loystur, tí tað er ein sannroynd, at tað er ógvuliga trupult at fáa fatur á góðum venjarum í dag.