Hanni við Garð

5. sept. 1931 - 17. nov. 2005
in memoriam

Tað reka skýggj á háum himli,
ein grái bert, sum onki ger
tí so tað er við lívsins frymli,
han makar mangt á síni ferð.

Eitt ljós, eitt lív, ein sól, ið ber
um himnaboga vítt á ferð,
eitt skin, sum aldri líka er,
mót oss sum manna hesa verð.

Oss tykir mangan lívsins spæl
at vera júst sum degningsæl,
eitt surk, sum lívgaði so væl,
til floymur týndi mannatal.

---
Um Hanna, sum vár vinur var,
ið altíð blíðbrá við sær bar,
vit eiga minnir bara kær,
nú meir hann ikki mannar Garð.

Við runda borð hann átti stól,
nú brátt hann rýmdi handan hól,
har deyði fyri lívi fjól,
tá Hanni søkti hægri ból.

Vit kendu hann sum fróðarmann,
sum kundi mangt, bert fáur kann,
tí vitska gløgg í honum brann,
tá vísur hann oss vegin fann.

Hann altíð oss í orð og tal,
væl vignaðist við borðið væl,
tí hittin hann við orðsins spæl,
oss gjørdi mangan kát og sæl.

Vit sakna hann, sum okkum øll,
so væl fekk greitt um bø og fjøll,
í regn og sól og snjó og mjøll,
til hann sær hvíld fann undir vøll.

Hann var ein mynd hvønn góðan dag,
hann lívgaði várt bygdarlag,
við brigdum, sum oss gjørdi glað,
so øll við áttu gleðifræ.

Vit takka tær og minnast teg,
sum okkum mangan vísti veg,
tá svar á gátu lá á beð,
til rætta svarið vísti seg.

Vit minnast teg og takka tær,
for alt tú okkum øllum var,
nú ferð tín upp í hæddir bar,
til grøna líð og gyltan GARÐ.



Vit við borðið á Bókasavninum