Hannes: Stuttligt at runnið kapp við Alaba og Robertson

Landsliðið: Nýggi maðurin á landsliðnum hevur ein dreym, um at sleppa í kontra móti Eysturríki og Skotlandi

##med2##

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna

 

Ein nýggjur maður er í landsliðshópinum, sum skal spæla móti Eysturríki og Skotlandi ávikavist leygarkvøldið og týskvøldið. Talan er um Hannes Agnarsson úr B36. Skjóti vongurin hevur fingið landsliðsboð á fyrsta sinni.

 

- Eg eri serliga bilsin, tí eg hevði ikki landsliðið sum eitt mál í ár. Málð var bara at fáa spælt nakrar samanhangandi dystir uttan at blíva skaddur. Tað hevur kanska ikki gingið so væl hjá felagnum, men eg havi følt at tað hevur gingið væl hjá mær, sigur Hannes Agnarsson.

 

Hann er kendur fyri sína óhugnaligu ferð. Hann er óiva skjótasti spælarin í føroysku kappingini og hann hevur eisini víst skjótleikan fram í onkrum av dystunum, tá hini liðini hava lagt trýst á B36. Nakað, sum Eysturríki og Skotland helst eisini fara at gera.

 

- Tað er ein dreymur, at sleppa at testa seg móti spælarum sum David Alaba og Andy Robertson. Tað hevði verið stuttligt at sloppið í eitt kontra móti teimum, sigur Hannes Agnarsson.

 

David Alaba úr Eysturríki og Andy Robertson úr Skotlandi eru báðir lámir og húsast til vinstru á vøllinum, meðan Hannes Agnarsson sum oftast spælir í høgru. Spurningurin er so, um skjóti vongurin fær møguleikin.

 

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum móti Eysturríki. Byrjað verður at senda klokkan 15, tá FM1 fer at endursenda sendingina frá 30 ára haldinum fyri sigrinum á Eysturríki í Landskrona. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 17.