Johanna Helga, vanliga nevnd Hanna, varð fødd í Havn tann 22. mai 1923. Faðir okkara, L.W. Apol, var frá Delfzijl í Hollandi. Móður okkara, Angelika Súsanna, vanliga nevnd Sanna, var dóttir Andrias í Norðadali. Vit vóru trý systkin, undirritaði, Hanna og Jákup, ið doyði í 1986.
Undir seinna heimsbardaga, 1939-45, búðu vit í Havn. Sum øllum kunnugt, vóru Føroyar hersettar av bretum í 1940. Í Havn møtti Hanna mr. Harry Wilson, sum tá var hermaður. Tað rann saman teirra millum og í 1948 giftust tey í Hollandi. Tey fóru til Bretlands at búgva. Tá fór Harry at gera sína arkitektútbúgving lidna, sum steðgaði, tá hann varð kallaður inn til hertænastu. Eina tíð búðu tey í Douglas á oynni Man, har Harry starvaðist sum arkitektur. Seinnu mongu árini hava Hanna og Harry búð í Hull, har hann fekk starv sum arkitektur hjá býarstýrinum, til hann fór frá vegna aldur. Í hjúnarlagnum fingu tey fýra børn, tveir synir og tvær døtur. Tann elsti teirra, Louis Wilson, sum býr í London, hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og skilir væl føroyskt. Hann er kendur av nógvum føroyingum bæði í Bretlandi og í Føroyum. Serstakliga í sambandi við stóra átakið, ið var ímóti grindadrápi og føroyingum, fyri fáum árum síðan. Tá varð hann ein hollur stuðul at hjálpa føroyingum og tala teirra søk.
Góða Hanna, eg fari við hesum at ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum áttati árunum tann 22. mai.
Kærar heilsur, bróður tín
Eiko Apol










