Hanna og Ruth svølgja kamelin - fyribils

Men tey fara framvegis at hugsa seg um, áðrenn tann endaliga avgerðin fellur.

– Hetta er langt frá tí, vit fóru til val upp á.

Tað sigur Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, nú Løgtingið viðger uppskotið um eina nýggja fiskivinnunýskipan.

 

Hon hevur áður sagt, at tey í Framsókn kenna seg ikki aftur í uppskotinum um fiskivinnuskipan, soleiðis sum tað nú fyriliggur, tí upprunaliga var ætlanin, at nógv meiri skuldi seljast á uppboði, og ásetingin um menningarkvotur er eisini ein herskin biti hjá teimum at svølgja. Menningarkvotur skulu markast til øki við stórum arbeiðsloysi.

 

Tí hevur hon boðað frá, at tað er ivingarsamt um tey í Framsókn fara at taka undir við tí. Men í Løgtinginum í dag ásannar Hanna Jensen, at eftir at hava hugsað seg um, er niðurstøðan, at tey taka undir við uppskotinum, í hvussu so er í fyrstu syftu.

 

– Vit fara at atkvøða fyri í dag. Men málið skal viðgerast víðari og tað skal samtykkjast einaferð afturat, áðrenn tað er endaliga avgreitt. Sostatt kann nógv broytast afturat, ásannar Hanna Jensen.

 

Og hon sigur, at tey fara at royna at bøta uppskotið, og tey fara eisini at ansa eftir, hvat endaliga úrslitið verður, áðrenn tey vilja binda seg endaliga til at taka undir við uppskotinum

 

Í nevndararbeiðnum er antitrust prosentið farið upp í 20 prosent, so nú er uppboðssølan vorðin ein viðfáningur, tí hon er bara 15 prosent, og tað fer at avmarka møguleikan hjá fleiri vinnulívsfólkum at koma upp í fiskivinnuna.

 

Men Hanna Jensen sigur, at tað er eitt, hon vil hava broytt. Endamálið er at útlendingar skulu ikki eiga í føroyskari fiskivinnu.

 

Men tað stendur í lógini, at Landsstýrismaðurin kann gera undantak fyri fiskifar til royndarveiðu ella undirvísingarætlanir og menningarætlanir. Tað heldur Hanna Jensen, má vera ein misskiljing og tað undantakið vil hon hava burtur. Hon heldur, at skulu útlendingar ikki vera í fiskivinnuni, skulu teir heldur ikki vera við í mennngarætlanum.