Hanna Jensen vil ikki siga hvussu hon atkvøður í dag

Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, hevur onga viðmerking til, hvussu hon fer at atkvøða, tá uppskotið um fiskivinnunýskipan kemur til atkvøðugreiðslu seinni í dag.

 

Tá tað loksins sá út til, at tað hevði eydnast at reka allar samgongulimirnar í rætt, tá vinnunevndin legði álit sítt í fiskivinnunýskipanaruppskotinum fram, byrjaðu tingkvinnurnar í Framsókn at ressast við.

 

Framsókn hevur einki umboð í vinnunevndini og líkt er til at Ruth Vang og Hanna Jensen tí ikki hava havt møguleika at fylgja líka neyvt við í arbeiðinum, sum bleiv gjørt í vinnunevndini í eini roynd at tryggja, at øll samgonguumboðini kundu taka undir við uppskotinum.

 

Ruth Vang, sum er forkvinna í Fíggjarnevndini, fýltist á, at stutt undan at vinnunevdin legði sítt álit fram, kom landsstýrið vil fleiri broytingaruppskotum til fíggjarlógina, sum nú er til viðgerð í fíggjarnevndini. Millum broytingarnar, sum hóvaðu henni illa, var eitt ynski um at játta átta milliónir krónur til tól til Suðuroyar Sjúkrahús. Ruth Vang vísti á, at sjúkrahúsini hava eina felags kontu til innkeyp av tólum og at slík innkeyp vanliga verða gjørd eftir ávísari raðfesting.

 

Hin tingkvinnan, Hanna Jensen, segði, at broytingarnar vóru so víðgongdar, at uppskotið ikki longur líktist tí, sum var avtalað í samgongusamstarvinum. Serliga eru tað tey 8,5 prosentini, sum skulu útlutast sum menningarkvotur, sum hóva henni illa.

 

Miðlahúsið hevur í morgun spurt Honnu Jensen hvussu Framsókn fer at atkvøða, men hon ynskir ikki at gera nakra viðmerking um málið.