Nú er greitt, at Hanna Jensen úr Framsókn verður nýggj landsstýriskvinna í Mentamálráðnum. Men hon fer ikki at umstita mentamál, men undirvísingarmál.
Vælvitandi keldur í samgonguni siga fyri in.fo, at avtalað er gjørd í samgonguni um, at Hanna Jensen verður nýggj landsstýriskvinna. Avtala er eisini gjørd um, at mentamál verða tikin úr núverandi Mentamálaráðnum og flutt út í eitt av ráðunum, sum Tjóðveldi umsitur.
Sum skilst er semja júst nú gjørt í Tjóðveldi um, at tað verður Høgni Hoydal, sum skal umsita mentamál tað, ið eftir er av hesum valskeiðnum.