Nú er greitt, at stríðsval verður um formanssessin í íslendska Sjálfstæðisflokkinum á landsfundinum, sum verður seinni í hsum mánaðinum.
Í dag kunngjørdi Hanna Birna Kristjánsdóttir, fyrrverandi borgarstjóri í Reykjavík, at hon stillar upp til formansvalið. Frammanundan hevur verandi formaðurin, Bjarni Benediktsson, kunngjørt, at hann stillar uppaftur.
Landsfundurin hjá Sjálfstæðisflokkinum verður í døgunum frá 17. til 20. november. Flokkurin er í andstøðu, men er sambært meiningakanningum tann best umtókti millum veljararnar.