Hann visti hvat hann gjørdi

Kári P. Højgaard setti sítt politiska lív í váða - og tapti

- Eg ivist ikki í, at Kári P. Højgaard visti akkurát, hvat hann gjørdi.

 

Tað kemur ikki óvart á Bill Justinussen, tingmann fyri Miðflokkin, at Kári P. Højgaard varð loystur úr starvi sum landsstýrismaður.

 

Hann ivast ikki í, at landsstýrismaðurin visti, at tað var váðaverk at tosa um at undirskriva sáttmálan við privata felagið um Eysturoyartunnilin, hóast hann var greiður yvir, at tríggir tinglimir úr samgonguni ikki tóku undir við tí.

 

- Sæð við óheftum brillum, er tað skeivt at limir í samgonguni seta sær mál fyri, ið full undirtøka ikki er fyri í samgonguni.

 

Men Kári P. Højgaard gjørdi tað kortini og tí hevur hann vitað, at harvið setti hann landsstýrissessin í veð.

 

Hann hevur kortini mett, at málið hevur so stóran týdning, hann hendan váðan vildi hann taka á seg

 

- Men sum vit vita í dag, tapti hann.

 

Hann hevur roknað avleiðingarnar út, longu áðrenn málið varð lagt fyri Løgtingið.

 

- Hinvegin hevði Løgmaður fulla undirtøku fyri at leggja málið fyri Løgtingið at beina allan iva burtur.

 

Men nú vit hyggja í bakspegilin, hevði tað besta fyri landsstýrismannin, og samgonguna, kanska verið, at málið ikki varð lagt fyri Løgtingið, men at sáttmálin heldur ikki varð undirskrivaður, fyrrenn full undirtøka var  fyri tí í samgonguni.

 

- Uppsøgnin er ein reaktión upp á at tað var vorðið ov nógv órógv um Eysturoyartunnilin.

 

Men Bill Justinussen heldur, at fyri málið um Eysturoyartunnilin var tað rætt av landsstýrismanninum at seta landsstýrissessin í veð.

 

- Kári P. Højgaard megnað eitt og tað er at seta málið um Eysturoy fram í fremstu politisku røð, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.

 

Les eisini:

 

Skorheim: Skeivt at siga Kára úr starvi

Janus Rein: Vit ikki vera við í politiskum sjónleiki

Hoydal: So lætt skal løgmaður ikki sleppa

Kári metir um støðuna

Kaj Leo: Politisk órógv feldi Kára

Skorheim fer úr tinginum

Kári P. Højgaard fingið sekkin