Hann vil hava flóttafólk úr Afghanistan til Føroya

Málið verður nú tikið upp í samgonguni

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, heldur, at vit skulu taka flóttafólk úr Afghanistan til Føroya. Tað gjørdi hann greitt í Løgtinginum í morgum.  Partamaður hansara, Bill Justinussen, tingmaður, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir hann hevur um at lata neyðhjálp til onnur lond. Serliga vísir hann á, at nú er støðan eisini serliga ring í Afghanistan.

 

Jenis av Rana staðfestir at í Afghanistan eru mong í svárastu neyð, men hann heldur, at nettupp støðan í Afghanistan er eitt gylt høvi at taka spurningin um at fáa flóttafólk til Føroya, upp einaferð afturat.

 

Hann heldur, at vit eiga at taka eina, tvær, kanska tríggjar familjur, altso konu, manni og børn, úr Afghanistan til Føroya. So kunnu vit gera okkum nakrar royndir á hesum øki, og sostatt kunnu vit seta lunnar undir, at vit í Føroyum eisini eru við í tí avgerandi, alheimsarbeiðnum á hesum øki. Jenis av Rana sigur, at hann hevur biðið um at fáa málið til umrøðu á fundi í samgonguni.

 

Bill Justinussen heldur, at merkiligt, at tað er so ringt hjá føroyingum at viðgera spurningin um hjálpafólk, tí tí Føroyum er tað gamalt, at vit eru hjálpsom.  Hann heldur, at spurningurin um flóttafólk er komin heilt skeivt fyri í Føroyum, tí tað snýr seg um at hjálpa fólki í svárastu neyð. Hann heldur, at ein máti kann vera, at onkrar føroyskar familjur bjóða sær til at taka ímóti einum barni, ella. tveimum børnum, sum eru í neyð.