Hann verður nógv seinkaður og nógv dýrari

Nú er best at halda seg til upprunaligu ætlanina

Avleiðingin av hesum verður, at tað verður nógv seinkað, umframt at tað verður nógv dýrari.

 

Tað heldur Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi, og varaborgarstjóri í Havn. Og tað, hann sipar til, er ætlanin at byggja musikkskúla.

 

Býráðið hevur tosað í fleiri ár um at byggja nýggjan musikkskúla, men enn er hann ikki komin í eyga – og nú eru útlit til, at hann verður enn meiri seinkaður, heldur Jógvan Arge.

 

Upprunaliga ætlanin var at byggja hann í Sortudíki, undir liðini á Norðurlandahúsinum. Men so varð hann fluttur út á eitt stykki á Landavegnum, har ætlanin annars var at byggja eina ótróttarhøll.

 

Men nú eru aftur røddir frammi um at flyta Musikkskúlan oman á Skálatrøð, har ætlanin er at byggja eitt nýtt Tjóðleikhús.

 

Tað er Jógvan Arge ikki fegin um.

 

Hann sigur, at ætlanin at byggja á Landavegnum er nú komin so langt, at ætlanin er at bjóða arbeiðið út nú, so at skúlin kann standa liðugur næsta summar.

 

Endaliga avgerðin skal takast í sjálvum býráðnum, men enn er málið ikki lagt fyri býráðið, sigur Jógvan Arge.

 

Hann heldur, at skal musikkskúlin nú flytast einaferð afturat, fer tað fyri tað fyrsta at seinka honum nógv.

 

- Fyri tað næsta fer hetta at gera Musikkskúlan nógv dýrari, tí tað ber neyvan til at brúka projektið úr Sortudíki, og av Landavegnum, niðri á Skálatrøð. Sostatt eru pengarnir, sum eru goldnir fyri projektið higartil, farnir fyri skeytið, sigur varaborgarstjórin.

 

 

Les eisini: Musikkskúli á rundferð

 

 

Hann leggur afturat, at er hald í tíðindunum um, at Musikkskúlin skal leggjast saman við eini stórari konserthøll, sum skal standa mát sjálvan Tjóðpallin, tá hann eina ferð kemur, er skjótt at rokna út, hvør ið verður við sviðið soð. 

 

- Dentur verður óivað lagdur á hallarstórleikan, meðan tann fitti Musikkskúlin hvørvur úr myndini, sigur Jógvan Arge.

 

Tí mælir hann nú til, at vent verður aftur til upprunaligu ætlanina, so at musikkskúlin verður bygdur í Sortudíki, undir liðini á Norðurlandahúsinum.

 

Annars er tað ikki meiri enn ein mánaði síðani, at bæði Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum, veittu vissu fyri, at Býráðið  fór ikki at taka stig til at flyta musikkskúlan av Landavegnum. Les meiri um tað, við at trýsta HER.