Hann veit helst hvar bin Laden er

Amerikanarar vóna, at tann tikni Khalid Sheikh Mohammed kann geva teimum upplýsingar um, hvat Al-Qaeda ætlar, og hvar vin Laden er

-Hatta var óført!
George W. Bush, forseti var ovurfegin, tá trygdarráðgevi hansara, Condoleezza Rice, kunnaði hann um, at pakistansku myndugleikarnir høvdu tikið sjálvan Khalid Sheikh Mohammed í býnum Rawalpindi leygardagin.
Sambært amerikanskum fjølmiðlum vóru tað embætismenn, sum arbeiða fyri amerikansku fregnartænastuna CIA í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad, sum høvdu kunnað pakistansku løgregluna um, at tann kendi yvirgangsmaðurin var í Rawalpindi.
Khalid Sheikh Mohammed verður hildin at vera tann triðovasti leiðarin í al-Qaeda. Amerikanararnir vilja vera við, at tað var hann, sum legði atsóknirnar tann 11. september í 2001 til rættis, og teir halda eisini, at sami maður skipaði fyri atsóknini at amerikanska herskipinum "Cole". Somuleiðis verður hildið, at tað var Khalid Sheikh Mohammed, sum gav boð um at myrða amerikanska tíðindamannin Daniel Pearl í Pakistan fyri einum ári síðani.
Kendi yvirgangsserfrøðingurin Magnus Ranstorp á lærda háskúlanum St. Andrews í Skotlandi er ikki í iva um, at handtøkan kann fáa alstóran týdning.
- Hann hevur lyklarnar. Hann veit um allar ætlanir, sum eru lagdar, hvør er uppií, og hvar teir eru. Hetta er ein rættiligur frammaná hjá al-Qaeda, tí Khalid Sheikh Mohammed er bindiliðið millum al-Qaeda og allar teirra menn kring heimin, segði Magnus Ranstorp við New York Times í gjár.
Longu sunnudagin ljóðaði, at pakistanar høvdu flýggjað amerikansku myndugleikunum Khalid Sheikh Mohammed, men tað avsannaði pakistanski innanríkisráðharrin seinni. Hann legði afturat, at pakistanar ætla sær at avhoyra mannin, áðrenn støða verður tikin til, hvat skal henda honum.
Amerikanskir embætismenn dylja ikki fyri, at teir eru ovurfegnir eins og forsetin.
- Maðurin kann avdúka allar ætlanir, og so veit hann ivaleyst eisini, hvar Osama bin laden er, sigur ein embætismaður.