Hann var okkara maður

Gunnar Nielsen er ikki so glaður fyri tíðindini um, at Brian Kerr ikki heldur fram sum landsliðsvenjari. – Hann fann seg ikki í, at nakar traðkaði á okkum, bara tí vit eru ein lítil tjóð, sigur føroyski landsliðsmálmaðurin

Tað fall ikki í góða jørð hjá øllum, tá føroyska Fótbóltssambandið boðaði frá, at Brian Kerr ikki heldur fram sum føroyskum landsliðsvenjari.
– Eg vóni, at FSF hevur vent hvørjum møguleika fyri at fáa Brian Kerr at verða verandi, sigur Gunnar Nielsen.
Tað tykist verða breið semja millum leikararnar um, at teir vildu hava 58 ára gamla íran at halda fram í starvinum.
– Brian Kerr var okkara maður og hann var altíð klárur at berjast fyri okkum. Var tað eitt ella annað, sum ikki var í lagi, so gjørdi hann vart við tað. Hann fann seg ikki í hvørjum sum helst, sigur føroyski landsliðsmálmaðurin.

Kemar fyri søkini
Tað var millum annað í Italia, at Brian Kerr gjørdist í øðini, tá hann sá venjingarvøllin hjá føroyska landsliðnum. Hann tvingaði italska fótbóltssambandið at finna teimum ein nýggjan vøll.
– Tað er so lætt at traðka á okkum, tí vit eru ein lítil tjóð, men hann fann seg ikki í nøkrum, sigur havnarmaðurin í Manchester.
Eisini í málinum um FIFA-styrkilistan, tá útrokningar vístu, at Føroyar í veruleikanum vóru framman fyri Wales, men FIFA hevði Wales framman fyri okkum, var Brian Kerr okkum góður, heldur Gunnar Nielsen.
– Tak eisini málið um FIFA-styrkilistan. Tað var ikki, fyrr enn tað kom fyri oyruni á honum, at ferð kom á málið. Tað er líka mikið, hvørjum vit eru uppi ímóti, so kempar hann fyri síni søk, sigur Gunnar Nielsen víðari.

Kalt vatn í blóðið
Føroyska landsliðið skal nú hava ein nýggjan landsliðsvenjara og fyrsta navnið úr hattinum tykist verða danin, Lars Olsen.
– Eg vóni at Fótbóltssambandið slær kalt vatn í blóðið og kannar allan marknaðin. Tað ganga nógvir góðir venjarar uttan starv, eisini her í Bretlandi, og tú fært ikki meira enn eitt nei, sigur Gunnar Nielsen.
Gunnar sigur víðari, at leikararnir eru sum so ikki spurdir, hvønn teir vilja hava.
– Nei, teir leikarar, eg havi tosað við, hava einki hoyrt. Men eg vóni bara, at FSF ger sær ómak við at finna rætta mannin, tí vit hava endiliga fingið fólkið aftan fyri okkum aftur, sigur Gunnar Nielsen at enda.
Gunnar Nielsen er í holt við uppvenjing eftir skaðan, ið hann fekk í knæið fyrr í ár. Tað gongur ein tíð, áðrenn Gunnar aftur kann standa í mál.