Hann var ein svíkjari

Alexander Gusak, sum var leiðari hjá KGB-agentinum Alexander Litvinenko, sum doyði av eitran í London í november, hevur lítið gott at bera sínum fyrrverandi agenti. Í samrøðu við bretska blaðið The Times sigur Gusak, at Litvinenko hjálpti bretsku fregnartænastuni at avdúka russiskar agentar í Bretlandi, og tað gjørdi, at summir av teimum russisku agentunum hóttu við at beina fyri honum.

-Í mínum eygum var hann ein svíkjari, tí hann avdúkaði tað, sum ein loyniligur agentur ongantíð má avdúka - sínar keldur, sigur Alexander Gusak.

Gusak var ovasti í teirri deildini hjá loyniligu løgregluni FSB, sum skuldi avdúka skipaðan kriminalitet. Hann fór úr FSB í 1998. Sama árið avdúkaði Litvinenko, at FSB hevði lagt ætlanir um at beina fyri russiska ríkmanninum Boris Berezovsky.

Alexander Gusak hevur fyrr sagt, at tað vóru kanska kekenar, sum beindu fyri Alexander Litvinenko. Eitt skifti vóru teir báðir í Dagestan, har teir avdúkaðu kekenskar uppreistrarmenn, og Gusak hevur sagt einum russiskum blaði, at ein uppreistrarmaður doyði, meðan hann var til avhoyringar hjá FSB. Sambært Gusak er tað ikki óhugsandi, at tað var Litvinenko, sum hevði avhoyrt uppreistrarmannin.