Hann vann svenska valið

Svenska ríkisdagsvalið í gjár var meiri eitt val um persónar heldur enn um politikk, og her vann Fredrik Reinfeldt á Göran Persson, sum beinan vegin tók avleiðingarnar av tapinum.

Valið í Svøríki í gjár gjørdist júst so spennandi, sum tey flestu høvdu væntað. Beint eftir at valhølini vóru latin aftur, vísti ein spurnarkanning, at tann borgarliga samgongan fór at vinna greiðan sigur, og rómurin í teimum fýra borgarligu flokshølunum var óførur.

Men sum uppteljingin leið, tódnaði munurin millum teir borgarligu og vinstraflokkarnar, og eitt skifti søgdu forsagnirnar, at tað fór bara at verða 0,1 prosent og ein tinglimur á muni. Men so dragnaði aftur, og klokkan 22.30 var greitt, at teir borgarligu fóru við sigrinum. Tá høvdu teir fýra borgarligu flokkarnir fingið 48,0 prosent av atkvøðunum og vinstraflokkarnir 46,2. Upp undir endan minkaði munurin aftur eitt sindur, og tá næstan allar atkvøðurnar vóru taldar, høvdu teir borgarligu 47,8 og vinstraflokkarnir 46,3 prosent. Í tingmannabýti gevur tað ávikavist 178 og 171.


Reinfeldt vann

Tann stóri og einasti sigursharrin á valinum var Fredrik Reinfeldt. Sum floksformaður eydnaðist tað honum at útvega Moderaterna eina framgongd, ið svarar til 10,6 prosentstig. Sostatt megnaði hann uppgávuna, sum hann fekk, eftir at flokkurin var fyri einum lemjandi ósigri fyri fýra árum síðani. Ta ferðina fekk flokkurin 15,5 prosent, men í gjár atkvøddu 26,1 prosent av veljarunum fyri Moderaterna.

Ella rættari sagt Fredrik Reinfeldt, tí tað er hann, sum hevur myndað flokkin undir valstríðnum. Politiskir eygleiðarar í Stockholm søgdu í gjár, at valið hesaferð hevði snúð seg meiri um persónar enn um politikk, og tí var tað Fredrik Reinfeldt, ið vann á Göran Persson. Fólk vildu við øðrum orðum sleppa at royna nakað annað enn tað, sum tey hava havt tey seinastu mongu árini. Tað sigur ikki so lítið, at valið í gjár var tað ringasta hjá sosialdemokratunum nakrantíð og samstundis tað besta hjá Moderaterna nakrantíð.

Tí verður tann 41 ára gamli búskaparfrøðingurin Fredrik Reinfeldt næsti svenski forsætisráðharrin. Og hann byrjaði við at gera eina roynd at savna veljararnar:

-Sum forsætisráðharri fari eg at umboða alt tað svenska fólkið, segði hann, meðan lógvabrestirnir dundu í valhølunum hjá Moderaterna.


Fer frá

Longu undan valinum varð roknað við, at Göran Persson fór at taka seg úr formansstarvinum í sosialdemokratiska flokkinum, tapti flokkurin valið í gjár, og so varð.

-Eg kann ikki og eigi heldur ikki at standa fyri tí, sum skal henda í framtíðini. Eg eri jú farin at nærkast teimum 60, segði Persson, tá tað var vorðið greitt, at stjórnarsamgonga hansara hevði tapt valið. Hann legði afturat, at sosialdemokratarnir høvdu tapt valið, tí tað eydnaðist teimum ikki at vísa nóg greitt á munin millum sosialdemokratiskan og borgarligan politikk.

-Høvdu vit fingið eina viku afturat, høvdu vit kanska klárað tað, segði Göran Persson.

Eygleiðarar í Stockholm siga, at sosialdemokratarnir hava ongan sjálvskrivaðan eftirmann at seta ístaðin fyri Persson. Hevði Anna Lindh verið á lívi, var eingin ivi, siga eygleiðararnir, sum rokna við hørðum innanhýsis stríði um formanssessin, til formansval verður í vár.