Hann umhugsar at tryggja støðugari arbeiði í Suðuroy

Tí umhugsar hann at broyta reglurnar

 

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, umhugsar at broyta reglurnar fyri at tryggja suðuroyimgum arbeiði, sum er meiri støðugt enn tað er nú.

herfyri elvdi tað til misnøgd at Bakkafrost flutti laks úr Suðuroy og avleiðingin at tí var, at 40 fólk á kryvjivirkinum í Vági vórðu søgd úr starvi. Tað fekk tey bæði tingfólkini úr Suðuroy, Sirið Stenberg úr Tjóðveldi og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, at spyrja landsstýrismannin um alt var farið rætt fram.

Les meiri um tað her: Bakkafrost breyt ikki lógina tá ið tey fluttu laks úr Suðuroy

 

Í svarinum til tey bæði, staðfestir landsstýrismaðurin, at Í lógini og kunngerð um aling er tað ein treyt, at laksur, sum er virkaður í Suðuroy, skal eisini virkast í Suðuroy. Men tað  stendur eisini, at tað ber til at gera undantak frá kravinum, tá ið støður taka seg upp, sum alarin ikki er harri yvir.

Hinvegin er einki krav, sum sigur, at tá ið laksur verður fluttur úr Suðuroy til virkingar norðan fyri, skal sama nøgd av laksi eisini flytast til Suðuroyar, so at úrslitið verður, at sama nøgd av laksi, sum verður ald í Suðuroy, skal eisini virkast í Suðuroy.

Helgi Abrahamsen heldur, at tað er kanska eitt lýti við verandi reglum og tað umhugsar hann at broyta.

Hann heldur, at endamálið eigur at vera, at sama nøgd av laksi, sum verður ald í Suðuroy, verður virkað í Suðuroy.

Í tveimum førum hava serliga umstøður tikið seg upp, sum hava ført við sær, at Bakkafrost hevur flutt laks úr alibrúkum í Suðuroy norður á Glyvrar til virkingar, heldur enn at virka hann í Suðuroy.

Men Helgi Abrahamsen vísir á, at hinvegin hevur Bakkafrost eisini – av sínum eintingum – flutt eina enn størri nøgd av laksi, sum er aldur norðan fyri, suður á virkið í Vági til virkingar.

Hetta er ikki eitt krav, hvørki í lógini ella í kunngerðini og tað er møguliga eitt lýti, sum landsstýrið umhugsar at broyta, sigur hann.

Helgi Abrhamsen vísir á, at Suðuroyggin er eitt fjarskotið vinnuøki og ein fjarskotin arbeiðsmarknaður, og hann heldur, at tað, sum hevur størstan týdning, er, at sama nøgd av laksi verður virkað Suðuroy, sum verður ald í Suðuroy.

Hann heldur, at hjá arbeiðsfólkinum á virkinum í Vági kann tað gera tað um laksurin tey virka, er aldur í Suðuroy ella norðan fyri.

– Tað, sum hevur týdning, er, at arbeiðið er stútt og støðugt, og tekur støði í tí, sum alifirðirnir í Suðuroy framleiða, heldur landsstýrismaðurin

Heldur enn at krevja, at hvør einstakur laksur, sum aldur í Suðuroy, skal virkast í Suðuroy, kundi tað verið ein treyt, at í minsta lagi sama nøgd av laksi, sum verður ald í Suðuroy, skal virkast í Suðuroy, sigur hann.

Tað merkir, at verður lakur fluttur norður, skal eins nógvur fiskur flytast suður, sigur Helgi Abrahamsen.

– Tað er sannlíkt, at ein slík skipan eisini hevði tryggjað støðugari arbeiðið á virkinum í Vági, og samstundis er tað sannlíkt, at tað hevði givið alaranum í Suðuroy betri møguleika at lagt virksemi í oynni til rættis.

– Heldur enn at trýsta alla tøkuna av einum alifirði ígjøgnum virkið í Vági upp á stutta tíð, kundi nakað av fiskinum verið sent norður til virkingar. Og tá ið tøkan í Suðuroy var liðug, kundi sama mongd av fiski verið send suður aftur, og harvið hevði arbeiðsfólkið havt støðugari arbeiði í Vági, sigur Helgi Abrahamsen.