Í morgin fer tann 67 ára gamli republikanarin Newt Gingrich at boða frá, at hann ætlar sær at royna at basa Barack Obama á forsetavalinum í 2012. Newt Gingrich er eitt kent andlit í amerikonskum politikki. Hann kom í Kongressina í 1978 og er valdur tíggju ferðir. Hann var formaður í Umboðsmannatinginum frá 1995 til 1999.
Gingrich er útbúgvin søgufrøðingur og hevur skrivað fleiri bøkur.