– Eg øtist yvir vaksandi rúsevnistrupulleikan í Føroyum. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Og nú fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um toll, soleiðis at tað verður lættari hjá tollarunum at hava eftirlit við fólki og farmi, sum kemur til Føroya við tí endamáli at forða fyri smugling.
Ein partur av hesum er, at nú fáa tollararnir óskert elektroniskt innlit í ferðafólkalistar og í upplýsingarnar, sum flutningsfeløgini hava um tann ferðandi.
Við hesi broytingini fær TAKS eitt greiðari yvirlit yvir tey, sum koma til Føroyar, og sostatt verður tað lættari at meta um ferðafólk, og skipsmanningum, sum koma um føroyskar havnir og um flogvøllin.
Slíkar váðametingar hava víst seg at vera gagnligar í marknaðeftirlitum hjá grannalondum okkara, og við broytingini, sum nú verður sett í verk, kann Taks krevja, at talgildu upplýsingarnar verða latnar á ein ávísan hátt. Hetta tryggjar, at viðgerðin av upplýsingum verður einsháttað og sostatt fer tað at bera at fremja eina váðagreining í nóg góðari tíð til at tryggja eitt nøktandi eftirlit, tá fólk koma til landið.
Løgtingið hevur eisini hækkað játtanina hjá Taks 500.000 krónur, sum eru markaðar til at bøta um eftirlitið við rúsevnasmuglingini
Men Jørgen Niclasen sigur, at hetta er bara tað fyrsta stigið, tí stórur dentur verður lagtur á at basa hesum trupulleikanum.
– Eg øtist sjálvsagt yvir vaksandi rúsevnistrupulleikan í Føroyum og nýggju framferðarhættirnar, sum síggjast í narkoumhvørvinum. Vit mugu gera alt, sum vit kunnu fyri at bara hesum kriminalitetinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í eini fráboðan í dag.