Eftir upplýsingum frá einum vitni hevur ein serfrøðingur teknað eina tekning av manninum, sum burturflutti Madeleine McCann Tað eru foreldrini hjá Madeleine, Gerry og Kate McCann, sum hava tikið stig til at almannakunngera tekningina, sigur Sky News.
Sambært Sky News er tekningin gjørd eftir upplýsingum frá einum av vinfólkunum hjá McCann-hjúnunum. Síðani hevur ein serfrøðingur hjá amerikonsku samveldisløgregluni FBI gjørt sjálva tekningina.
Tað døkka hárið verður tikið sum ábending um, at maðurin er úr einum landi við Miðjarðarhavið.
Portugisiska løgreglan hevur góðtikið, at tekningin verður almannakunngjørd.