– Eg ivaðist ikki í, at maðurin fór at detta niður úr kranaum.
Tað sigur eitt eygnavitni til tilburðin hvítusunnumorgun klokkan hálvgum seks, tá ein fullur maður hevði klintrað upp í stóra byggikranan, sum sendur á byggiplássinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag við Tinghúsvegin í Havn.
Les eisini: Fullur maður klatraði upp í byggikrana
– Tíbetur spældi tað val av. Politiið kom á staðið, men eg haldi ikki, at teirf ingu gjørt so nógv, tí tá fór maðurin at ganga innaftur, sigur eygnavitnið.
Myndin er tikin, tá maðurin er farin at ganga innaftur eftur bumminum móti krananum.
– Men áðrenn tað stóð hann og tosða í telefon og veipaði við ørmunum uttan at halda sær í nøkrum, sigur eygnavitnið, sum heldur, at hasin kranin má tryggjast betur.
– Eg ivaðist ikki í, at hann fór at detta niður, sigur vitnið, sum helt tað vera ræðuligt at standa og hyggja at slíkum ørskapi uttan at kunna gera nakað.