Hann stillar kortini

Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, fer ikki at royna at gerast forseti

So seint sum í gjár varð roknað við, at tann floksleysi borgarstjórin í New York, Michael Bloom­berg, ætlaði sær at stilla upp til amerikanska forseta­valið næsta ár sum uttanflokkavalevni. Men so verður ikki kortini.

-Eg eri ikki valevni, og eg ætli mær at halda fram sum borgarstjóri, til val­skeiðið endar í 2009, segði Bloomberg í gjárkvøldið.

Politiskir eygleiðarar í USA siga, at boðini frá tí umstrídda borgarstjóranum eru ikki greiðari enn so, at tað kann væl henda, at hann ætlar sær at stilla upp á forsetavalinum í 2012. Tað verður framvegis sum uttanflokkavalevni. Tann 65 ára gamli Michael Bloom­berg hevur verið limur í bæði demokratiska flokki­num og republikanska flok­k­i­num, men er farin úr báðum.