Hann sløkti eftir Hitler

-Hitler seg_i ikki farvæl. Hann seg_i bert, at kríggi_ var li_ugt. So fór hann inn til sjálvs. Sí_ani sløkti eg ljósi_, sigur Rochus Misch.

Á horninum á Gertrud-Kolmer-Strasse og In den Ministergarten, høgrumegin eitt parkeringspláss, er eitt opi_ øki, sum bert er fjalt vi_ nøkrum runnum. Her vór_u líkini av Adolfi Hitler og konu hansara, Evu Braun, brend, eftir at tey høvdu tiki_ lívi_ av sær tann 30. apríl í 1945.

- Eg sá, tá teir rulla_u hann inn í eitt teppi og fóru upp trappuna vi_ honum, men eg tordi ikki at fara aftan á at hyggja at bálinum, tí granatirnar brustu alla tí_ina uttanfyri. Eg hev_i eisini fingi_ bo_ um at sita vi_ telefonbor_i_ til ta_ sí_sta. Telefonirnar kima_u alla tí_ina, men eg seg_i ikki eitt or_ um, at Førarin var dey_ur. Tá alt var li_ugt, sløkti eg og fór, sigur Rochus Misch, sum var persónligur telefonpassari hjá Hitleri.

-Ta_ eru fá stø_ í Berlin, sum í einum søguligum høpi eru so tyngjandi sum hetta gøtuhorni_. Spáki eg mær ein túr her um kvøldi_, havi eg ilt vi_ at sovna, tá eg kom heimaftur, tí ta_ kennist, sum havi eg veri_ á einum sta_i, har ta_ r_kur av tí ringasta óndskapinum, sigur søgufrø_ingurin Sven Felix Kellerhoff.

Hann hevur fyri stuttum givi_ út bók um plássi_ aftan fyri skansan hjá Hitleri vi_ Voss-Strasse og Wilhelmstrasse. Hann heldur, at t_skarar eiga at reis kunningarvar_a á sta_num. Í dag er sta_i_ bert, sjálvt um tey flestu kenna ta_ og tess søguliga samleika.

Mamman drap børnini

Ta_ eru serliga teir seinastu dagarnir hjá Føraranum, sum kn_ta seg at sta_num. Rochus Misch, sum er ein av teimum seinastu, sum enn eru á lívi, minnist ta_, sum hendi tær seinastu løturnar ni_ri í betongrúmunum átta metrar undir jør_.

- Sum frá lei_, gjørdist kvirt. Hans Krebs, generalur, tosa_i í telefonini vi_ russararnar og fór sí_ani á fund vi_ Martin Bormann. Eingin kom ni_uraftur, sigur Misch, sum var saman vi_ Adolfi Hitler og Evu Braun teir 105 dagarnar, tey bæ_i bú_u inni í skansanum undir jør_ saman vi_ millum anna_ Joseph og Magdu Goebbels og teirra seks børnum.

- Ein av teimum seinastu døgunum sat eg vi_ bor_i_ saman vi_ Goebbels og gentunum. Hann greiddi mær frá, at hev_i hann fingi_ sín vilja, høvdu døturnar ikki veri_ í skansanum. Men nú var ov seint. Magda beindi sjálv fyri teimum, á_renn tey bæ_i fóru uppá, har tey tóku lívi_ av sær.

Hitler gó_ur stjóri

Ta_ var einki marglæti av nøkrum slagi í skansanum. Har var trongligt, luftin var ring, og ta_ mesta av gólvinum stó_ undir í vatni. Íbú_in hjá Føraranum var bara 50 fermetrar, so hon kundi illa berast saman vi_ fundar- og vi_taluhølini, sum hann hev_i havt frammanundan, tí tey vóru heilar 900 fermetrar.

Søguma_urin Joachim Fest, sum hevur skriva_ bókina "Der Untergang" um teir seinastu krígsdagarnar í Evropa, skrivar í bókini, at hendan holutilveran gjørdi sinalagi_ hjá Hitleri uppaftur verri, enn ta_ hev_i veri_. Men samstundis vísti hann fyri fyrstu fer_, at hann leg_i ikki nógv í seg sjálvan. Hann gekk í skitnum klæ_um, og javnan hingu køkumolar í munnvikunum, tí Førarin hev_i fingi_ serligan alsk til alt søtt, skrivar Joachim Fest.

Men Hitler var ikki vor_in skittligur, sigur Rochus Misch, sum sigur, at hann var saman vi_ Føraranum hvønn einasta dag í fimm ár. Tann ungi yvirkorporálurin var upprunaliga SS-ma_ur, men var_ særdur undir innrásini í Póland. Tá hann kom fyri seg aftur, bleiv settur at arbei_a hjá Føraranum. Spurdur, um Hitler fór væl vi_ honum, svarar Misch avgjørdur:

- Ja, vit høvdu ein sera gó_an stjóra. Hann noyddist at líta á okkum, og ta_ gjørdi hann eisini. Ofta spurdi hann, um vit fingu nóg miki_ at eta. Ta_ kendist, sum vóru vit ein partur av húski hansara.

Misch sigur, at hann slapp at lurta eftir øllum telefonsamrø_unum hjá Hitleri. Fyrr hevur telefonma_urin avsanna_, at Hitler nakrantí_ tosa_i um jødat_ningina. Sambært Sven Kellerhoff vi_gekk Hitler ikki jødat_ningina fyrr enn tann 29. apríl, tá hann skriva_i tann seinasta partin av tí politiska testamentinum.

Sprongt í luftina

Í dag er einki eftir av skansanum hjá Føraranum uttan gólvi_ og ein hálvan annan metur høgur veggur. Hitt var_ oy_ilagt, tá eysturt_sku myndugleikarnir gjørdu av at spreingja skansan í luftina. Ta_ var í 1988 og hev_i eisini sína orsøk, sigur Gúnter Schrabowski, sum var limur í eysturt_sku flokslei_sluni. .

- Eysturt_skland hev_i fingi_ veksandi trupulleikar av n_nazistum, og myndugleikarnir bóru ótta fyri, at n_nazistarnir fóru at n_ta tann gamla skansan til savningarsta_, sigur Schrabowski.

- Nei, sigur Sven Kellerhoff, søgufrø_ingur. Orsøkin til at eysturt_sku myndugleikarnir gjørdu av at spreingja tann gamla skansan í luftina vóru søgurnar um, at skansin hev_i samband vi_ fleiri tunlar undir jør_. Ta_ vóru ikki n_nazistarnir, sum ørkymla_u DDR-myndugleikarnar, men heldur vandin fyri, at eysturt_skarar skuldu sleppa vesturum ígjøgnum gomlu tunlarnar hjá Hitleri.