Hann skuldi gera bumbu fyri Al-Qaeda

Tann 68 ára gamli amerikanarin Allen Gracula skuldi gera ein bumbu fyri Al-Qaeda, men løgreglan lumpaði hann í eina fellu.

Allen Gracula visti ikki betur, enn at hann stóð og tosaði við ein umboðsmann hjá Al-Qaeda seinasta fríggjadag. Hann greiddi manninum frá, hvussu hann ætlaði sær at gera bumbuna, til tann fremmandi gjørdi vart við, at hann var agentur hjá samveldisløgregluni FBI.

Mánadagin var tann 68 ára gamli amerikanarin í rættinum í Houston í Texas, og har varð hann varðhaldsfongslaður fyribils. Ákærin, Michael Shelby, segði undir avhoyringini, at ákæruvaldið fer at krevja minst 15 ára fongsul, og at Allen Gracula skal sita í fongslinum øll 15 árini.

Sambært tíðindastovunum hevði Allen Gracula ikki havt samband við Al-Qaeda, men ákæruvaldið vil vera við, at hann var til reiðar at selja felagsskapinum hjá Osama bin Laden bumbuna, tá hann var liðugur at gera hana.