Johan Samuelsen
Havi hoyrt fleiri løgmansrøður millum ár og dag, og somuleiðis fylgt við í viðgerðini av teimum , tá tíð hevur verð til tess. Menn og flokkar hava verið ósamdir, parlamentariska tjakið hevur verið, sum tað nú einaferð eigur at vera, men altíð við neyðugu virðingini og tignini millum samgongu og andstøðu. Men í ár var ein ódámligur, fyri ikki at siga óhugnaligur, tóni at merkja undir viðgerðini, hóast røðan m.a. bar týðilig boð um eina sjáldsama rúgvu av sosialum og vælferðarpolitiskum raðfestingum, sum saman við ørgrynni av øðrum málsøkjum vera við at lyfta Føroyar longur fram á vegin, og skuldi fallið í góða jørð hjá Tjóðveldisflokkinum. Men so var ikki. Og sjálvandi vóru viðmerkingarnar í fjølmiðlunum merktar av hesi sannroynd. Luftbornu miðlarnir, við frægastu journalistum teirra, vóru á einum máli um, at framløgurøðurnar hjá andstøðuni vóru serliga hvassar og vendar persónliga móti løgmanni, Vilhelm Johannesen, ein av mest royndu politikkarum á tingi og vanur við eitt sindur av hvørjum innan tinggátt, harmaðist ódámligu gongdini. Bløðini skrivaðu nógv um skerpaða tónan undir viðgerðini. Og løgmaður sjálvur sigur við Sosialin 2. aug., at Høgni Hoydal vildi fremja karaktermorð ímóti honum, men hesum vísti Høgni aftur tað var alt bað nakar tá um umbering?
Tveir andstøðutingmenn skiltu seg burtur úr øllum hópinum tann ódámliga vegin, og vóru tað formaður Tjóðveldisfloksins og tingmaður floksins í Suðuroy Hergeir Nielsen. Og ein og hvør legði til merkis, at har lá meiri enn politisk ósemja ímillum, og fór valla at verða tingarbeiðinum at frama hesa komandi setuna. Øll hini í tingbólki Tjóðveldisfloksins vóru áhugaverd at lýða á og m.a. Páll á Reynatúgvu rætti hondina fram til samgonguna til eitt mennandi og konstruktivt samarbeiði í komandi tingsetu, Føroyum at gagni tað vóru aðrir tónar, sum byggja land! Er ein viss ósemja at hóma í tingbólki tjóðveldisfloksins, ella hildu hini tjóðveldistingfólkini, at formaðurin, væl stuðlaður av Hergeiri, hevði vassað so langt út, at hann grynti ikki í land aftur? Tað ljóðaði soleiðis í oyrunum á fleiri.
Høgnatosið um, at eg skal hava spilt hann út, tað lata vit liggja á hesum sinni hann yndar at pynta um myndina av sjálvum sær, sum tann aðalborni og reinføri politikkarin, lat hann bara tað í egnari sjálvgóðsku, og so eru tað øll hini, sum hann harmast um! Men føroyingar vita betur, sjálvt hansara egnu hava onga tiltrúgv til hann sum løgmansevni, tað vísa veljarakanningarnar, og veljarin hevur altíð rætt - eg eri ósamdur við Høgna Hoydal politiskt, og tað havi eg fullan rættin til. Seinast eg skrivaði nakað um politisk viðurskifti var í 2004, tað var um Norðurlandaráðið og føroysku luttøkuna har, og vísti á, at alt ella onki politikkur Tjóðveldisfloksins um limaskap á jøvnum føti við hinar brøðratjóðirnar ikki rakk á mál. Tann greinin fall ikki í góða jørð hjá Høgna, aftur har skuldi hann vera bestur, men briksl frá mínari síðu var als ikki talan um, bert vísti eg á søguliga rætta samahangin, og tað er væl í alra áhuga, tá um søguna ræður? Hesin maður sum er borin á lógvum av føroysku fjølmiðlaverðini, ja, enntá váttað í áhugaverdari grein hjá Jústines L. Eidesgaard í vetur, sum var redaktiónsleiðari á Sosialinum í mong ár, meðan javnaðarflokkurin átti blaðið, har hann alment upplýsir, at Høgni Hoydal, í táverandi javnaðarblaðnum, fekk betri sømdir og størri blaðrúmd enn onnur, tí blaðið mátti fyri alt í verðini ikki vera merkt av, at javnaðarfólk átti nakran sum helst frammíhjárætt á blaðnum, so fór mann heldur í hina grøvina! So vita vit tað. Nei, Høgni tú hevur einki at klaga um, tvørturímóti.
At hava eitt sterkt og stabilt politiskt samstarv er gevandi skilji væl, at tú ert frustreraður, tí eftir øllum at døma, so hevur tú spent politiska bogan so høgt, at oyðimarkagongdin bíðar forúti í mong ár afturat, einamest tær og Hergeiri fyri at takka?