Hann skal til próvtøku tann 15. september

Danska fólkatingsvalið fer helst at gera av, hvør verður formaður í Flokkaflokkinum í oktober. Jørgen Niclasen skal fáa flestar atkvøður fyri at varðveita formanssessin. Tað heldur Sveinur Tróndarson, blaðmaður á Dimmalætting.

Hann skrivar í politiskari greining týsdagin, at tað »er ikki óhugsandi, at júst valstríðið til fólkatingsvalið eisini fer at gerast eitt valstríð til formansvalið í Fólkaflokkinum.«

- Anfinn Kallsberg hevur takkað fyri seg í politikki, og Jørgen Niclasen skal nú einsamallur mynda flokkin. Jørgen Niclasen fór úr landsstýrinum fyri at styrkja flokkin. Úrslitið hevur verið tað øvugta. Ætlanin var at seta løgmann undir trýst og fáa hann at skriva út val. Tað miseydnaðist. Fólkaflokkurin hevði onga ávirkan á fiskivinnupolitikkin. Poul Michelsen er farin úr flokkin. Tað hevur verið stórur ófriður kring flokkin seinastu mánaðirnar. Fólkaflokkurin hevur onga ávirkan í løtuni, og veljarakanningarnar vísa eisini púra greitt, at Fólkaflokkurin missir undirtøku millum veljararnar, sigur Sveinur Tróndarson í dag.

Annika Olsen hevur boðað frá, at hon hugsar um at bjóða Jørgeni Niclasen av um formanssessin, tá Fólkaflokkurin hevur landsfund í oktober. Nú er rætta løtan.

- Fólkatingsvalið verður avgerandi. Tað fer at vísa, hvør er sterkari av teimum báðum. Fær Jørgen Niclasen flestar atkvøður, fer Annika Olsen neyvan at fullføra sína hóttan um at stilla upp móti formanninum. Fær Annika Olsen flestar atkvøður, er tað týðiligt boð um, at veljararnir vilja, at hon skal standa á odda fyri flokkinum. Tí skal Jørgen Niclasen til próvtøku tann 15. september, tá valið verður. Fólkatingsvalið fer at avgera, hvør verður formaður, sigur hann.

Løgtingsvalið verður væntandi í oktober ella november. Líkamikið, um Jørgen Niclasen ella Annika Olsen verður formaður undir valstríðnum, hevur Fólkaflokkurin ein stóran trupulleika.

- Kósin er greið. Flokkurin missir undirtøku við Jørgeni Niclasen sum formanni. Verður formansskifti millum fólkatingsvalið og løgtingsvalið, hevur Annika Olsen sera stutt skotbráð at gera sína ávirkan galdandi, sum skal broyta hesa vandastøðuna. Tí hevur flokkurin ein stóran trupulleika til næsta løgtingsvalið, sama hvør fer at standa við evstu ábyrgdini, sigur Sveinur Tróndarson, blaðmaður á Dimmalætting.