Hann skal kappast við Merkel

Sosialdemokratiski flokkurin í Týsklandi hevur nú gjørt av, at hann fer at stilla fyrrverandi fíggjarmálaráðharan Peer Steinbrück upp til kanslaraevni á ríkisdagsvalinum næsta ár. Tað váttaði floksformaðurin, Sigmar Gabriel, í dag.

-Hann er tað rætta valevnið, segði Gabriel.

Longu í morgun vistu fleiri týskir fjølmiðlar at siga, at tann 65 ára gamli Peer Steinbrück skal bjóða Angelu Merkel av á valinum, sum verður í september næsta ár.

Tey bæði arbeiddu nógv saman í teirri stóru samgonguni frá 2005 til 2009 (myndin), men soleiðis verður ikki aftan á næsta val. Steinbrück segði fyri stuttum, at hann ætlar sær ikki at standa undir liðini á Merkel aftur aftan á næsta val.