Hann skal ikki sleppa til Føroya at vitja

Løgmaður skal avlýsa ætlaðu Føroyaferðina hjá russiska sendimanninum í Danmark í vár, sigur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður

 

Er russiski sendiharrin í Danmark rætt endurgivin, eigur hann ikki at sleppa til Føroyar í mai, soleiðis sum ætlað.

 

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vísir á, at russiski sendiharrin í Danmark, hevur alment hótt Danmark við kjarnorkuvápnum. Ætlanin er annars, at hann skal koma til Føroya á almenna vitjan í mai, her Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skal taka ímóti.

 

Men tað mótmælir Bjarni Djurholm í kvøld

Hann sigur, at er russiski sendiharrin rætt endurgivin í miðlunum eigur hann at finna sær annað ferðamál í mai í ár og løgmaður eigur ikki at taka ímóti honum.

Samstundis heldur Bjarni Djurholm, at føroyski politikkurin mótbvegis Russlandi verður meiri og meiri ivingarsamur.

 

- Tað er undranarsamt, at vit skulu vera millum tey heilt fáu, sum alment síggja burtur frá vaksandi áganginum hjá Putin og hansara ræði, sigur Bjarni Djurholm.  

 

Hann staðfestir, at dráp og valdsmisnýtsla eru gerandiskostur, sensurur er meginreglan, politiskir andstøðingar verða myrdir, og tey, sum hava ríkað seg upp av sínum politisku sambondum við Putin, hóreiggja sær sum teimum lystir.

 

- Samstundis hava tey tryggjað Putin eina persónliga ogn uppá minst 40 milliardir dollarar.

 

- Og í dag er so russiski ambassadørurin í Danmark, Mikhail Vanin, endurgivin í donskum miðlum fyri at hótta Danmark við kjarnorkuálopi, verða danir við í rakett- verndarskjøldrinum, sum NATO og USA hava arbeitt við farnu árini.

 

Bjarni Djurholm heldur, at hetta er ræðandi, og er ein rein provokatión og eigur at fáa eitt mótspæl.

- Okkara lutur er sjálvsagt avmarkaður. Kortini er tað okkara ábyrgd at hava greiðar meiningar um valdsnýtsluna hjá russarum nú, heldur hann.

 

- Eitt lítið stig á leiðini er at boða russiska ambassadørinum í Danmark frá, at er hann rætt endurgivin í miðlunum í vikuskiftinum, eigur hann at finna sær annað ferðamál í mai í ár, sigur Bjarni Djurholm.

 

Les eisini: Skal løgmaður taka ímóti russiska ambassadørinum í mai?