Hann skaddi Fiskimannafelagið

- Óli Jacobsen hevur líka síðani hann tapti valið í 2007 mótarbeitt Fiskimannafelagnum, og tað er gjørt í hevnd, sigur Jan Højgaard.

- Óli Jacobsen hevur líka síðani hann tapti valið í 2007 mótarbeitt Fiskimannafelagnum, og tað er gjørt í hevnd, sigur Jan Højgaard.

 

Tað var sovorðin øði, tá eg vann valið. Eg varð niðurringdur av illum fólki, men tað vóru ikki fiskimenn, tí teir vóru væl nøgdir.

 

Soleiðis byrjaði Jan Højgaard sína vitnisavhoyring í rættinum fyrrapartin.

 

Spurdur um ymsu skjølini, sum vórðu løgd fram sum dokumentatión í málinum, segði hann, at tey komu undan kavi so við og við, og flestu teirra vóru ikki kend, áðrenn eftirlønarútgjaldingin til Óla Jacobsen var byrjað.

 

Jan Højgaard segði eisini, at tað var av berari tilvild, at hesi skjølini komu undan kavi.

 

Komið varð síðan inn á Carlton málið, har hann segði, at fundur hevði verið millum manningina og Fiskimannafelagið, har manningin kravdi mynstringarforboð, sum tað síðan endaði við.

 

Hann segði, at hann hevði eina greiða fatan av, at skrivingin hjá Óla Jacobsen stríddi beint ímóti áhugamálunum hjá Føroya Fiskimannafelag.

 

- Skrivingin hjá Óla Jacobsen kom ógvuliga illa við hjá fiskimonnum og teirra familjum, segði Jan Højgaard.

 

Síðani varð komið inn á gerðarrættarmálið um kvotakeypið, har hann heilt greitt helt, at Óli Jacobsen var í parti við reiðarínum og ímóti Fiskimannafelagnum.

 

- Endamálið er hevnd, og aðalmálið er at skaða fiskimenninar, segði Jan Højgaard.