Hann sær eina ræðumynd fyri sær

Tí ávarar hann staðiliga ímóti fleiri sparingum

- Heldur hendan gongdin fram kann tað enda við eini ræðumynd fyri føroyska samfelagið.

 

Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.

 

Á fólkafundinum í Havn um vikuskiftið ávaraði hann staðiliga ímóti at seta fleiri sparingar í verk á fólkaskúlaøkinum.

 

- Verður hildið fram at niðurpína fólkaskúlan, so at hann ikki klárar at veita ta tænastu, fólk vænta sær av honum, fer tað at eggja til, at fleiri privatskúlar verða settir á stovn, sigur hann.

 

Hann sigur, at tey, sum fara at senda børn síni í privatskúlar, eru tey foreldur, sum sum hava góðar útbúgvingar, og sum longu eru vælbjargað frammanundan.

 

Og tað kann enda við hesi ræðumyndini, at vit hava ikki ein fólkaskúla fyri øll, men at vit eisini hava ein privatskúla til børnini hjá vælbjargaðum.

 

Hann sigur, at avleiðingin av tí verður, at valdið í Føroyum fer at ganga í arv, so at tey, sum fara at sita við valdinum framyvir, verða tey somu, sum sita við valdinum í dag. 

 

Herálvur Jacobsen staðfestir, at undanfarna samgonga hevði bara eina uppskrift, hvørja ferð, tað manglaði pengar í kassanum, og tað var at seta sparingar í verk.

 

- Men tað mest fantastiska var, at tey við góðari løn fingu skattalætta, tí samgongan tvíhelt um, at fáa tey ríkaru meiri, dryppar eisini á øll hini í samfelagnum. Men vit vita, at tað er tað reina møsn, tí tað passar ikki.

 

- Skulu vit hava almennar tænastur, mugu vit hava skatt, tí tær skulu fíggjast.

 

Hinvegin vísir hann á, at samgongan hevur sett sær fyri at breiðka skattagrundarlagið, og hann er spentur upp á at vita, hvat tað merkir, um tað merkir, at tey við hægri lønum, sum skattast harðari og um tað merkir, at fiskivinnan og alivinnan skulu rinda meiri.

 

- Sostatt fara vit vónandi at ásanna, at skulu vit hava almennar tænastur, mugu skattainntøkur til, tí skatturin er grundarlagið undir einum framkomnum samfelagið.

 

Herálvur Jacobsen heldur, at tað er eitt vandamál, verður fólkaskúlin niðurpíndur so illa, at fólk fara at hugsa um, at helst kunnu tey fáa børnunum eina betri skúlagongd onkra aðrastaðni.