Hann sýtti fyri at fara til Irak

Amerikanski heryvirmaðurin Ehren Watada er ákærdur fyri at hava svikið sínar hermenn, tí hann sýtti fyri at fara til Irak.


Ehren Watada sýtti fyri at fara til Irak, tí hann vildi ikki taka lut í einum kríggi, sum eftir hansara uppfatan er órættvíst.

-Eg hevði ikki ímyndað mær, at okkara ovasti leiðari misbrúkti tað álit, sum vit vístu honum. Eg varð ovfarin, tá eg sá tær svikafulla grundgevingarnar hjá forsetanum og stjórnini fyri at bygja kríggið, hevur loytnanturin sagt í einari almennari fráboðan.

Í gjár kom hann fyri ein krígsrætt í statinum Washington. Ákæruvaldið krevur, at Ehren Watada verður dømdur fyri at hava svikið sínar felagar í herinum. Hann er eisini ákærdur fyri at hava ávirka stríðshugin hjá teimum amerikonsku hermonnunum í Irak.

Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International vil vera við, at verður Watada dømdur og settur í fongsul, skal hann skrásetast sum samvitskufangi. Felagsskapurin vísir á, at sambært fleiri avtjóða sáttmálum hava fólk rætt til at nokta at gera hertænastu í krígstíð, um tað hertænastan ímóti teirra sannføring.