Hann rændi Madeleine

Fyri fyrstu ferð er ein verulig tekning almannakunngjørd av manninum, sum sambært einum vitni burturflutti Madeleine McCann

Millum tey mongu, sum eru avhoyrd í málinum um Madeleine McCann, er tann 36 ára gamla Jane Tanner. Hon og McCann-hjúnini eru vinfólk, og hon var á matstovu saman við teimum tað kvøldið, Madeleine hvarv.

Sambært Sky News er tað ein fyrrverandi agentur hjá amerikonsku samveldis­løgregluni FBI, sum hevur gjørt tekningina út frá teimum upplýsingum, sum Jane Tanner hevur givið undir avhoyringum. Tekn­ing­in bleiv al­manna­kunn­gjørd í einari spanskari sjón­varpsstøð.

- Vit halda, at tað var hes­in maðurin, sum burturflutti Madeleine úr íbúðini, og vit halda tað hava stóran týdning, at almenningurin sleppur at síggja tekningina, sigur talsmaðurin hjá McCann-hjúnunum, Cla­rence Mitchell, við Sky News. Hann sigur, at hann og McCann-hjúnini vóna sjálv­andi, at onkur kann kennast við mannin á tekningini, og at myndug­leikarnir kunnu fáa boð um tað.

Sá mannin

Tekningin vísir ein mann við einum barni í knepp­inum, og tað dimma hárið bendir á, at talan er um ein mann úr einum landi við Miðjarðarhavið. Sambært Sky News er maðurin mill­um 35 og 40 ára gamal, 170 centimetrar høgur og heldur klænvaksin.

Jane Tanner skal undir avhoyringunum hava greitt frá, at hon sá mannin um­leið klokkan 21.15 um kvøldið tann 3. mai, tá hon var á veg á matstovuna, har hon skuldi hitta McCann-hjún­ini. Hon sá ikki and­lit­ið á manninum, men helt seg síggja, at hann hevði skund.

Gerry og Kate McCann hava alla tíðina hildið uppá, at onkur var inni í íbúðini eftir Madeleine. Í høvuðs­heit­um byggja tey niður­støð­una á tað, sum Jane Tanner hevur sagt, sigur Sky News.