Hann ræðist fyri at vit fáa fleiri brúkaragjøld

Formaðurin í landsins størsta fakfelag vil ikki hava andstøðuna aftur til valdið eftir løgtingsvalið seinni í ár

Eg ræðist tankan um, at andstøðan fær valdið aftur. Tað staðfesti Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarfelag, á aðalfundinum hjá felagnum nú um vikuskiftið.

 

Hann sigur, at hendan samgongan hevur ikki altíð verið góð fyri verkafólkið, verri enn so. Men sum formaður í Føroya størsta fakfelag ræðist hann tankan um, at núverandi andstøða fær ræðið aftur. Hann vísir á, at Føroya Arbeiðarafelag er óheft politiskt, men hann heldur, at tey kortini hava skyldu til at vísa á, hvat er gagnligt fyri verkafólkið, og hvat ikki er gagnligt.

 

Georg F. Hansen sigur, at verkafólkið hevur ikki góð minni frá seinast, hendan andstøðan ráddu. Tað fyrsta tey gjørdu var at seta flatskattin í verk, sum gav vælløntum stórar skattalættar til og har pensjónin varð skattað við inngald. Tað merkti, at skatturin hækkaði munandi og tað rakti verkafólkið hart.

 

Hann vísir eisini á, at Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur boðað frá, at tey lágløntu skulu ikki betala meira enn 30 prosent í skatti, og tað ljóðar gott. Hann sigur, at áður hevur hann eisini lovað, at tey háløntu heldur ikki skulu gjalda nógvan skatt, men hvør skal so gjalda tað sum manglar, spyr hann.

 

– Eg eri bangin fyri, at ætlanin er at áleggja fólki brúkara at brúkaragjøld fyri ymsar  tænastur, so at gjaldast skal fyri ymiskt, so sum læknavitjan, vitjan á sjúkrahúsinum og tílíkt. Hetta verður í øllum føri ikki til frama fyri okkum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.